Nógv byggivirksemi á Tvøroyri

Bæði Delta Seafood og Varðin Pelagic byggja út, og hinu megin fjørðin er saltsilo'in ikki liðug enn.

Tað er nógv byggivirksemi í Tvøroyrar kommunu í løtuni. Á Drelnesi verður arbeitt við at gera saltsoli'ina lidna, og her eru nakrir menn til arbeiðis, sum leggja seinastu hond á verkið.

 

Fiskavirkið Delta Seafood byggir nýggja høll uppí eystur eftir, umframt at bygt er uppí verandi virkisbygning í tveimum hæddum. Sum skilst, verður høllin, sum planerað og stoypt er fyri, sett upp fyrsta dagin, og her verður eitt nú landingarmiðstøð.

 

Longur úti á bryggjuni byggir Varðin Pelagic tvær ferðir 600 fermetrar upp í sín bygning. Tað er her, sum alt skrivstovuvirksemi og søluumsitingin hjá virkinum verður. Í løtuni er hetta virksemi spjatt, men verður nú savnað undir einum.