Nógv bretsk børn brúka rúsdrekka

Um jóltíðir varð ein seks ára gomul genta flutt á sjúkrahús í Eastbourne í Suðuronglandi, tí hon hevði drukkið rúsdrekka. Tað er ikki greitt, hvat hon hevði drukkið, ella hvussu hon fekk fatur á tí.

Sambært fjølmiðlunum er hon tað yngsta barnið í Bretlandi, sum er komið á sjúkrahús orsakað av rúsdrekkanýtslu.

Teir lokalu heilsumyndugleikarnir siga, at tey seinastu fimm árini eru 198 børn undir 17 ára aldur løgd inn á sjúkrahús í East Sussex í Suðuronglandi, tí tey høvdu misbrúkt rúsdrekka ella annað rúsevni.

Ein kanning í býunum Brighton og Hove, sum eru grannabýir hjá Eastbourne, hava 58 prosent av børnum undir 15 ár drukkið rúsdrekka.