Teir stóru bankarnir í Danmark hava ilt við at forvinna pengar, og tað ger, at teir verða noyddir at koyra nógv starvsfólk til hús. Stjórin í Finanssektorens Arbejdsgiverforening, Steen A. Rasmussen, sigur við Børsen, at áðrenn hetta árið er runnið, hava bankar, sparikassar og realkreditfeløg koyrt fleiri túsund starvsfólk til hús.
-Umleið 5.000 starvsfólk eru longu farin sjálvboðin ella uppsøgd, men tað verða helst nøkur túsund afturat, sum missa arbeiðið. Hetta er ein avleiðing av, at fíggjarfyritøkurnar hava ilt við at forvinna pengar. Fleiri danskir bankar hava júst kunngjørt roknskapin fyri fyrra hálvár, og har sæst, at teir stríðast við minkandi inntøkur og veksandi rakstrarútreiðslur, sigur Steen A. Rasmussen við blaðið. Hann leggur afturat, at tann vánaliga gongdin í samfelagsbúskapinum ávirkar gongdina í fíggjarkervinum, og tí eru arbeiðsplássini har færri enn undan kreppuni.
Børsen veit at siga, at bæði Nordea og Danske Bank far at skerja starvsfólkatalið.