Nógv at gera hjá sløkkiliðum í nátt

Løgreglan og sløkkilið hava havt úr at gera í gjár og í nátt, nú ódnarveður hevur herjað kring landið.

Stutt fyri 18 tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at nógv grót var á vegnum millum Hvalba og tunnilin. Løgreglan boðaði Landsverki frá, ið kom á staðið og fekk ruddað upp av vegnum. Løgreglan fekk aftur eina fráboðan úr Hvalba um 21 tíðina. Hesaferð var talan um eina bingju, ið varð fokin út á vegin og var til ampa fyri ferðsluna. Eigarin av bingjuni og sløkkiliðið fingu í felag loyst trupulleikan, sigur vakthavandi.

Stutt eftir kl 21 var ein bilførari, ið hevði rent seg fastan í gróti, sum var rapað oman á vegin. Bilførarin slapp hvørki aftur ella fram, og mátti tí fara frá bilinum. Landsverk fekk boð um grótið og fekk síðani eisini ruddað vegin, soleiðis at bilurin slapp leysur aftur.

Um 23 tíðina mátti sløkkiliðið út til eini hús á Tvøroyri, har ein tekja var um at fara í vindinum. Løtu seinni mátti sløkkiliðið út til eini onnur hús á Tvøroyri, tí ein rútur var farin í vindinum, og eigarin av húsinum vildi hava hjálp frá sløkkiliðnum at seta ein plátu fyri vindeygað. 

 Sløkkiliðið mátti eisini út til eini hús í Leirvík, har tekjan eisini var um at fara.

Løgreglan fekk eisini fráboðan um ein kampingvogn á Sandoynni, har grannarnir óttaðust, at kampingvognurin var ov illa tryggjaður fyri vind. Vakthavandi sigur, at løgreglan fekk fatur á eigaranum av kampingvogninum, men at hann var ikki á staðnum sjálvur, og tí mátti sløkkiliðið á staðið at tryggja kampingvognin.

– Viðkomandi hevur eina ávísa ábyrgd, tá mann eigur hús og fæ og so víðari. Ger tað skaða á onnur ting, so kanst tú ábyrgdast fyri tað og fáa eitt endurgjaldskrav, sigur vakthavandi og leggur dent á, at fólk mugu tryggja ognirnar hjá sær, tá veðrið er, sum tað var í gjár.

 

Sløkkiliðið mátti eisini út til eini úthús í Havn, har hurðin var skrødd av, at úthúsið stóð til at fara í vindinum.

Somuleiðis mátti sløkkiliðið eisini út til eini hús í Fuglafirði, har tekjan hevur fingið skaða av vindinum og var um at fara.

 

Tað seinasta, ið er skrásett í døgnrapportini hjá løgregluni, er stutt eftir klokkan trý í nátt, tá løgreglan fekk fráboðan um, at ein flaggstong var brotnað í Miðbýnum í Havn. Sløkkiliðið kom á staðið og fekk tikið brotnu flaggstongina burtur av vegnum.