Føroya Tele hevur aftur havt ein vatnskaða og hesuferð er avleiðingin, at eini 100 hús á Argjum hava mist sítt fastnet-telefonsamband.
Føroya Tele sigur, at arbeitt verður við at umvæla skaðan, men væntast kann ikki, at brekið er umvælt fyrr enn einaferð í morgin.
GSM-sambandið og breiðbandssambandið er ikki nervað av skaðanum, verður lagt afturat