Í dag fingu fólk, sum eru vorðin arbeiðsleys, uppsøgn í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini, samstundis sum tey fingu fylt út umsóknarblað til ALS og Almannastovu. Karla Einarsson, forkvinna í Hæddini, sigur, at høvi var hjá fólki at koma eftir uppsøgnini millum klokkan 13 og 16 í dag.
- Øll møttu ikki í dag, men tey vóru nógv, sum vóru inni á gólvinum. Tað var umboð fyri búgvið eftir Faroe Seafood, sum handaði teimum uppsøgnina, og síðan vóru umboð fyri Hæddina, Arbeiðsloysiskipanina og Almannastovuna, sum hjálptu fólki við umsóknarbløðum.
Karla sigur, at øll tey, sum fingu uppsøgnina og fingu fylt út umsóknarbløð, nú ikki nýtast at gera meiri við hetta.
- Millum tey, sum møttu, vóru eisini útlendingar, sum ikki hava permanent arbeiðsloyvi í Føroyum, og hesi vórðu hjálpt av Almannastovuni, so tey eisini fáa síni rættindi.
Karla sigur, at nógvir limir í Arbeiðarafelagnum Hæddini hava mist arbeiði, nú Faroe Seafood í Runavík er latið aftur, og óvissa er um landingarmiðstøðina Kongshavn.
- Tey, sum starvast hjá Kongshavn, fingu tó ikki uppsagnarbræv í dag, leggur hon aftrat.
Karla sigur, at tey eisini fingu kunnað tey arbeiðsleysu um treytirnar við tryggingini, sum tey hava hjá Føroya Arbeiðarafelag.
- Her er tað soleiðis, at eru fólk arbeiðsleys í meiri enn tríggjar mánaðir, noyðast tey at syrgja fyri inngjaldinum sjálvi, um tey ikki skulu detta úr tryggingini, sigur forkvinnan í Arbeiðarafelagnum Hæddini.
Karla Einarsson metir, at eini 140 fólk arbeiddu hjá Faroe Seafood í Runavík, tá mest var at gera, og ein fittur partur av hesum eru limir í Arbeiðarafelagnum Hæddini.