Verkfall
Nú 200 starvsfólk á Føroya Tele eru farin í verkfall, er tað nakað, sum sæst.
Eini 50 eru eftir til arbeiðis á Føroya Tele og tað eru fólk, sum ikki eru limir í Starvsmannafelagnum, men sum eru verkfrøðingar, búskaparfrøðingar, løgfrøðingar o. s.fr.
Men Andrass Róin, stjóri á Føroya Tele, staðfestir, at tað sjálvandi fer at merkjast, at ein so stórur partur av starvsfólkunum eru í verkfalli.
Hann sigur, at tað mest sjónliga fyri vanligu viðskiftafólkini, er, at allar telebúðirnar kring landið eru stongdar.
So leingi verkfallið er, verður heldur ikki koyrt runt til fólk at seta telefonir og annað til.
Samstundis eru allar telefontænastur stongdar og tað rakar nummarkall, hjálp til internet umvegis telefon o.s.fr.
Andrass Róin sigur, at minni brek verða heldur ikki umvæld og varar verkfallið leingi, kann tað henda, at tað heldur ikki fer at bera til at seta rokningar út.
Men varar verkfallið leingi, kann tað eisini fáa meiri álvarsligar avleiðingar, tí so kann tað raka viðlíkahaldið og tað er sera óheppið.
Men stjórin væntar avgjørt, at taka størri brek seg upp, fer tað at bera til at fáa undantaksloyvi til at umvæla tey.
Eitt nú væntar hann avgjørt, at Føroya Tele hevði fingið undantaksloyvi til at kalla fólk inn at umvæla eitt brek, sum kanska leggur eina heila bygd í telefonloysi, tí tað hevði ikki tænt nøkrum endamáli hjá hvørgum parti at lagt alt lamið.
Avoldað og primitivt
Nú verkfall er á Føroya Tele, er hetta ein støða, tey ikki eru von við, tí tað er ikki ofta, at tað kemur fyri.
- Men Andrass Róin sigur, at hetta er ein støða, sum Føroya Tele onga ávirkan hevur á, tí tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum samráðist fyri Føroya Tele.
- Hetta er ein ósemja, sum er ímillum Starvsmannafelagið og Arbeiðsgevarafelagið, har Føroya Tele er blivin gísli.
Av tí, at Føroya Tele onga ávirkan hevur á støðuna, vil hann heldur ikki siga nakað um semingsyppskotið yvirhøvur.
Men hann ásannar, at tað er sera óheppið, at verkfall er á stovninum.
- Tað er avoldað og primitivt at hava verkføll sum hesi í einum framkomnum samfelagið og so leingi støðan á arbeiðsmarknaðinum ikki broytist, kunnu vit gloyma alt um búskaparliga menning og endamálið í visjón 2015, leggur hann afturat. Tað kunnu vit sleppa øllum tankum um, so leingi samfelagið og stór feløg kunnu verða løgd lamin av verkføllum í tíð og úrtíð.
- Tað ger kappingarførið hjá føroyskum vinnulívi og føroyska búskapinum verri, leggur hann afturat.
Mugu sleppa undan
Hann sigur, at hetta ger eisini kappingarstøðuna hjá Føroya Tele verri, enn hon eigur at vera mótvegis teimum, sum tey kappast við.
Hann heldur, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu læra seg at tosa betri saman.
Andrass Róin heldur, at í øðrum londum hava tey ásannað, at ongin fær nakað burturúr ósemjum á arbeiðsmarknaðinum og tí eru verkføll ikki so vanlig har.
- Hetta er heilt avgjørt ein støða, sum vit fara at taka upp innanhýsis tá ið verkfallið er av,
Føroya Tele má skipast so, at ósemjur á arbeiðsmarknaðinum ikki ávirka stovnin so illa, sum nú, tí tað sigur seg sjálvt, at vit kunnu ikki liva við at kunna vera rakt av verkfalli í heilum.
Hvat Føroya Tele kann gera við tað, hevur hann onki boð upp á enn.
Men hann heldur, at eitt úrslit av hesum kann vera, at arbeiðsuppgávurnar á Føroya Tele í framtíðini fara at vera býttar øðrvísi ímillum starvsfólkið, enn tær eru nú so at Føroya Tele ikki verður so ávirkað av verkføllum.
- Vit ætla ikki at gera fólki til tænastufólk, men vit fara at kanna, hvørjir møguleikar, eru, sigur Andrass Róin.