Nógv arbeiði á Fiskavirking

Seinastu átta vikurnar hevur heilt nógv virksemi verið á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Vági.

Vágur: Virkisleiðarin, Petur Johannesen sigur við Suðurrás, at eini 70 fólk hava arbeitt hvønn dag og teir hava tikið ímóti heilt nógvum fiski.
Fyrr í vikuni landið Roc Amadour 70 tons. Hetta er aðru ferð innanfyri tvær vikur, at Roc Amadour landar í Vági. Petur Johannesen greiður frá, at ordrarnir eru har.
- Spurningurin er bara um at fáa fisk. Og fáa vit fisk, so verður arbeitt hvønn dag, sigur hann.

Gulllaksur
Á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Vági hevur eisini verið arbeitt við at seta upp maskinur og útgerð at arbeiða gulllaks.
Petur Johannesen greiður frá, at so nógv arbeiði hevur verið seinastu tíðina, at tað hava ikki rættiliga verið stundir til at gera útgerðina til gulllaksin heilt klára.
- Hetta verður gjørt í komandi viku, og verður væntandi klárt at taka ímóti gulllaksi í aðru viku, verður upplýst.
Virkini hjá Fiskavirking í Vági og á Tvøroyri hava ikki verið afturlatin í summar, eins og fleiri virkir norðanfjørðs, og hevur hetta helst eisini ført við sær, at meiri arbeiði hevur verið her suðri enn vanligt.