ONGLAND
Brian Little, venjarin hjá Hull City og Juliani Johnsson, sum hevur roynt so nógv í sínum venjaraarbeiði, var leygardagin sera fegin, tá hann í sólskininum fór úr Boothferry Park, sum er heimavøllurin hjá Hull City.
Og hann hevði saman við teimum flestu av teimum 8.825 áskoðarunum alla orsøk at vera í góðum lagi. Julian Johnasson og liðfelagarnir høvdu vunnið trý týdningarmikil stig. Harvið styrktu teir um sína støðu í kappingini um triði fremsta plássið og møguleikan fyri uppflyting.
? Vit spældu so mikið væl, at vit høvdu uppiborið at vinna, segði venjarin, sum síðstu løtuna saman við felstu áskoðarunum var á pínubeinkinum.
? At teir fáa brotsspark og minka um munin til 2?1 er púra við síðuna av. Støðan hevði einki við brotsspark at gera. Og var talan ikki um brotsspark, so hevði australski spælarin hjá okkum, Jason Van Black, ikki fingið seinna gula kortið, og so høvdu vit ikki verið undirmannaðir síðstu trettan minuttirnar, staðfesti Brian Little.
Venjarin segði seg vera ivaleysan í, at liðið hjá honum í 1. hálvleiki varð snýtt fyri eitt sólarklárt brotsspark, sum bæði dómarin og linjuverjin áttu at havt sæð.
Julian Johnsson var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og venjarin rósti honum fyri at hava stríðst sera væl.
Gestirnir úr Rushden and Diamonds løgdu bragdliga fyri. Teir høvdu einstakar góðar møguleikar, men tað var heimaliðið, sum kom á odda, tá tólv minuttir vóru farnir. Tað restaðu tjúgu minuttir, tá Hull City økti til 2?0. So var tað, at gestandi liðið fekk brotsspark, og trettan teir síðstu minuttirnar var tað meiri spennandi, enn tey í Hull bríggjaðu seg um, men tað gekk, og so vóru Brian Little og øll hini viðhaldsfólkini hjá Hull so sera fegin!jh