Roknskapargreiningin, sum Rasmussen & Weihe hava gjørt, fevnir um meginpartin av fiskiflotanum. Við í greiningini eru fiskifør, sum eru omanfyri 110 tons ella hava eina maskinorku, sum er yvir 400 hk. Hetta svarar til flokkingina av fiskiskipum í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Greiningin byggir í fyrsta lagi á almennu roknskapirnar hjá teimum feløgum, ið eiga skipini. Harumframt hava Rasmussen & Weihe útvegað sær upplýsingar um nettosølu, veiðinøgd og annað.
Útróðrarflotin er ikki við í greiningini, tí har eru bert fáir bátar, sum eru skipaðir í parta-ella smápartafeløg við skyldu at lata inn almennan roknskap.
Kanningin av fiskiflotanum er býtt upp í hesar vinnugreinar: Pelagisk vinna, rækjuvinna, verksmiðjutrolarar, partrolarar, lemmatrolarar, línuskip, garnaskip og onnur skip.
- Í greiningini hava vit lagt dent á at lýsa gongdina hjá hvørjum einstøkum skipabólki hesi 5 árini. Fyri at fáa eina heildarmynd av fiskivinnuni, hava vit eisini lagt tølini fyri allar skipabólkarnar saman, siga Rasmussen & Weihe.
Grannskoðarafelagið sigur, at tey við roknskapargreiningini hava lagt dent á at geva teimum, sum lesa frágreiðingina, møguleika fyri at gera sínar egnu niðurstøður. Taltilfarið er rúgvusmikið og kann greinast á ymiskar hættir.
- Men vit kunnu staðfesta, at sera stórar broytingar eru farnar fram í tíðini frá 1999 til 2003.
Upp og niður
- Sum heild hevur fiskiflotin havt eina støðuga framgongd frá 1999 til 2001, men árini 2002 og serliga 2003 hevur gingið afturá. Hetta er eina mest orsøkin til, at støðuga framgongdin í búskapinum er vend til eina afturgongd.
Grannskoðarafelagið vísir á, at greiningin fevnir ikki um 2004, men tað eru týðiligar ábendingar um, at hetta árið er verri enn 2003 hjá mongum skipum.
- Sambært Hagtíðindum fyri oktober 2004 er feskfiskaveiðan í virði minkað 10% fyrstu átta mánaðirnar í 2004 í mun til somu mánaðir í 2003. Lemmatrolarar og garnaskip hava ikki merkt niðurgongd í virðinum á fiskiveiðini í 2004, meðan partrolarar og línuskip hava merkt ávikavist 16% og 13% afturgongd í veiðivirði fyrstu átta mánaðirnar í 2004, sigur felagið.
Pelagisk skip
Pelagisku skipini høvdu eitt framúr gott ár í 2001, men í 2002 er úrslitið fallið munandi ? og í 2003 heldur afturgongdin fram.
- Tó má árið 2003 metast sum eitt nøktandi ár, og úrslitið hetta árið er tað triðbesta hesi fimm árini.
Grannskoðarafelagið sigur, at pelagiski flotin er væl konsolideraður og er annars væl fyri.
- Sambært teimum ábendingum, sum vit hava fingið, má roknast við, at pelagisku skipini hava havt enn eitt gott ár í 2004, sum svarar nøkulunda til árið 2003.
Rækjuskip
Rækjuflotin hevur havt fleiri trupul ár á rað, og støðan var vánalig við árslok 2003.
- Tað er eisini alt, sum bendir á, at rækjuflotin hevur havt enn eitt vánaligt ár í 2004.
Grannskoðarafelagið vísir á, at okkurt skip er farið av knóranum í 2004, og okkurt annað skip er farið úr flotanum.
- Henda ikki munandi broytingar í rakstrinum, má roknast við, at rækjuflotin framhaldandi fer at minka.
Rækjuflotin hevur stórt hall, og feløgini eru í gjaldføristrupulleikum.
- Støðan hjá rækjuflotanum er sum heild álvarslig.
Verksmiðjutrolarar
Grannskoðarafelagið sigur, at verksmiðjutrolarar hava havt rímiliga góð ár, og flotin var væl fyri við árslok 2003, tó at tað hetta árið fór at ganga afturá.
- Tær ábendingar, sum vit hava fingið, siga, at raksturin av hesum skipabólki í 2004 er nøkulunda á sama støði sum í 2003.
Tonsatalið hjá verksmiðjutrolarunum er økt, men miðalprísurin er minkaður. Nøkur skip hava góð úrslit í 2003. Hjá øðrum gekk verri, men tey tera uppá tøka peningin, sum feløgini hava.
Partrolarar
Partrolaraflotin er hampiliga væl fyri, men fíggjarstøðan versnaði munandi árini 2002 og 2003.
- Tær ábendingar, sum vit hava fingið fyri árið 2004, eru ikki serliga positivar.
Grannskoðarafelagið vísir á, at sambært Hagtíðindum hevur partrolaraflotin havt eina afturgongd í veiðivirði upp á 16% fyrstu átta mánaðirnar í 2004 í mun til somu mánaðir í 2003.
- Hetta er ein sera stór afturgongd, heldur felagið.
Oljan er vorðin dýrari, fiskurin smáur, og fiskaprísirnir eru lágir.
Grannskoðarafelagið sigur, at árið 2001 var eitt so gott ár hjá hesum parti av flotanum, at reiðaríini kundu havt innfríað langfreistaðu skuldina hetta árið.
- Heldur núverandi gongdin fram, fer at tátta í hjá partrolaraflotanum.
Lemmatrolarar
Samanumtikið er fíggjarliga støðan hjá hesum partinum av flotanum hampiliga góð, og somuleiðis er konsolideringin góð. Hinvegin er gjaldførið ikki serliga gott.
- Lemmatrolararnir høvdu ikki nakað serliga gott ár í 2003, og ábendingar eru um, at árið 2004 ikki royndist betur.
Felagið vísir til Hagtíðindi, sum veit at siga, at lemmatrolararnir hava havt eina lítla framgongd í veiðivirði fyrstu átta mánaðirnar í ár uppá 2%.
- Hinvegin er oljan vorðin munandi dýrari í 2004. Tí má roknast við, at hesin skipabólkur samanlagt eisini kemur at merkja eina afturgongd í 2004.
Tað er serliga tann eini lemmatrolarin, sum hevði eitt gott úrslit í 2003, og hetta ger stóran mun fyri samanlagda skipabólkin.
Línuskip
Línuskipaflotin hevur havt nøkur góð ár og er væl fyri.
- Hesin skipabólkur hevði eitt serstakliga gott ár í 2003, men roknað verður við, at árið 2004 helst verður nakað lakari.
Hagtíðindi vita at siga, at línuskipini hava havt eina afturgongd í veiðivirði fyrstu átta mánaðirnar í 2004 uppá 13% í mun til somu mánaðir árið fyri.
Agnið, sum línubátarnir egna, er nógv dýrari í ár enn undanfarin ár. Tað er serliga høgguslokkurin, sum er dýrkaður, og makrelurin er eisini øktur nakað í prísi.
- Saman við minkandi veiðivirðinum, dýrari olju og agni er væntandi, at úrslitið hjá línuskipunum verður lakari í 2004 enn í 2003, sigur grannskoðarafelagið.
Garnaskip
Garnaskipini hava havt nøkur góð ár, men árini 2002 og 2003 royndust minni væl hjá hesum partinum av flotanum. Tó eru hesi skip enn væl fyri.
- Tað eru tó ábendingar um, at afturgongdin, sum verið hevur, er vend til eina framgongd í 2004.
Rasmussen & Weihe byggja metingina fyri árið 2004 á Hagtíðindi, sum veit at siga, at "gørn og annað" hava havt eina framgongd í veiðivirði fyrstu átta mánaðirnar í ár uppá 13% í mun til somu mánaðir í 2003.
- Garnaskipini hava skilagott gjaldføri, og tey eru rímiliga væl konsolideraði, hóast raksturin ikki hevur gingið so væl í 2002 og 2003, sigur Grannskoðarafelagið.
Onnur skip
Í bólkinum "onnur skip", har eitt nú Næraberg og West Freeser eru, gongur minni væl, og útlitini fyri árið 2004 er ivingarsom.
Hesin bólkur er soleiðis samansettur, at miðaltølini fyri bólkin siga lítið og einki um gongdina hjá teimum fýra skipunum, sum eru í hesum bólki. Hesi skip eru so ymisk, bæði í stødd og veiði.