Nú gongst betur í tinginum

Fleiri lógaruppskot eru komin frá landsstýrinum seinastu tíðina. Hetta ger, at lættari er at leggja tingarbeiðið til rættis

Løgtingsformaðurin sendi fyri tíð síðani landsstýrinum bræv, har hann vísti á, at tað gekst strilti at fáa lógaruppskot borin úr landsstýrinum niðan í løgtingið. Av tí sama var løgtingið komið afturút í tingarbeiðinum, og vandi var somuleiðis fyri, at ov lítil tíð fór at vera at viðgera uppskotini, tá tey um síðir fóru at koma í tingið í hópatali.

Nú er støðan vorðin betri. Tingmálini á dagsskrá løgtingsins eru vorðin fleiri, og lættari er hjá tingformanninum at leggja arbeiðið til rættis.

? Eg veit ikki, um tað er skrivið frá mær, ið hevur hjálpt, men landsstýrið kemur í hvussu so er við fleiri av ætlaðum uppskotum nú, sigur Finnbogi Ísaksson, løgtingsformaður.

Tingformaðurin vísir á, at tað hevur týdning, at málini koma í tingið í einum jøvnum streymi. Tað tekur nevniliga tíð at viðgera málini í ymisku nevndunum. Koma málini í klumpum, verður eingin tíð hjá nevndunum at viðgera tey, og tískil verða tey ikki eins gjølla viðgjørd, sum tey áttu.

Finnbogi Ísakson væntar, at løgtingið hevur fingið væl frá hondini, tá komið er fram til jóla. Hann sigur seg vera hampuliga væl nøgdan við gongdina í tingarbeiðinum, sum hon er nú.