At øsa seg um, at gjáarfólk, svínoyingar og sumbingar ikki framhaldandi skulu gjalda barnaansing í Havnini. - Tit áttu at skamma tykkum
Eftir at barnaansingarbólkurin - sum landsstýrismaðurin í almannamálum setti - hevur lagt síni sjónarmið fram, tykjast býráðspolitikarar í Havnini og enntá onkur av løgtingslimunum í høvuðsstaðnum at hava hug at leypa á.
Lat meg siga, at í høvuðsheitum er bólkurin komin sera væl frá sínum setningi, og loysnin, hann hevur mælt til, er tann avgjørt minst fløkta og mest sjálvsagda. At kommurnar sleppa undan øllum teim fløktu gjøldum á almannaøkinum, men út í æsir gjalda og umsita barnaansingina.
Hinvegin er umráðandi, at víðari verður farið við eldrapolitikkinum beinanvegin, hetta sum verður næsti spýrin á bulinum. - Tað er neyðugt, at hesi mál verða umsitin av kommununum og so einfalt sum gjørligt. Soleiðis fer peningurin til børn og foreldur heldur enn til umsiting. Tað er høvuðsuppgávan.
At sumbingar, svínoyingar og gjáarfólk í framtíðini ikki skulu gjalda fyri barnaansing í Tórshavn og Klaksvík hava tey, ið umboða Havnina ilt við at góðtaka.
Havnin er so von við, at tað er landskassin, ið skal gjalda, meðan almennu lønirnar syrgja fyri, at kommunukassin har fær inntøkurnar.
Ódýrari men sjálvsagt
fullgóðar loysnir
Í Havnini kostar eitt ansað barn umleið 55.000 krónur, meðan tað í Klaksvík kostar 38.000 krónur. - Leggið tykkum í geyma, at landskassin t.v.s. svínoyingurin, gjáarfólkið og sumbingurin hevur goldið fyri ein ótrúliga stóran part bæði íløgur og rakstur av barnaansingini í Havnini.
Sum Jógvan Lútzen, formaður í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráði so væl segði tað í Dimmalætting, »vit hava vælt ódýrari loysnir, sum eru góðkendar av øllum myndugleikum, og ætlanin er at halda á við tí«.
Her kann leggjast afturat, at Klaksvíkar Kommuna hevur verið noydd at gjalda 70% av dagrøktarskipanini, tí landið vildi ikki leggja út.
Eg haldi, at tit - bæði Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen, Elin Lindenskov og Ingi Mohr - áttu at verið fegin um at sloppið við at hildið munn. Men tá hetta hevur verið reint »buisness« fyri Kristian Magnussen o.o. verður torført at taka við einari broyting, ið førir til meir »føroyskt rættvísi«, sum summi so ofta taka til. - Tó skal borgarstjórin í Havnini, Leivur Hansen, og fleiri við honum hava rós fyri, veruliga at hava skilt tað neyðuga í at ráða yvir egnum viðurskiftum og vilja gjalda, eins og vit onnur.
Havnin altíð havt ein forrætt
Meðan eg nú skrivi, haldi eg, at eg fari at geva tvey av fleiri dømum, sum tó ikki hava við barnaansing at gera, sum vísa hvussu vit, sum búgva í útjaðaranum, verða viðfarin, meðan Havnin annars kann dusa sær í landsíløgdum projektum.
Tá landsstovnurin »Trygdarmiðstøðin fyri sjómenn« varð settur á stovn í Klaksvík, mátti Klaksvíkar Kommuna leggja út yvir eina hálva millión av teimum tveimum milliónunum kostnaðurin var, fyri at hetta kundi gerast veruleiki.
Nú granskingardepilin - við tíðini - fer at gerast veruleiki, hóast ávísar kreftir í Havnini hava roynt at skert stovnin, skal Klaksvíkar Kommuna leggja bygning til, og kostnaðurin er umleið hálvaaðru millión krónur.
Hesir báðir stovnar - og aðrir við - eru landsstovnar og hava sín fulla rætt, ja, síni sjálvsøgdu krøv, til at liggja í Klaksvík, eins og aðrir stovnar í framtíðini koma at verða lagdir ymsastaðni í Føroyum. - Tit eiga at venja tykkum við tankan.
Tórshavnar Kommuna hevur fingið alt upp í hendurnar.
Nú at hoyra gnístini, tí tykkum verður álagt, ájavnt øðrum í samfelagnum at gjalda egnu barnaansing, er ovboðið. - Tit áttu at skamma tykkum.
Jógvan við Keldu løgtingsmaður og borgarstjóri










