Nú gler er í á ...

Tíðarskeiði frá 19. desember til 7.januar hevur verið tað kaldasta í Føroyum seinastu 50 árini. Tað sigur veðurfrøðingurin á DMI, Alix Rasmussen, við Sosialin um vikuskiftið. Við einum miðalhita upp á 0,6 stig, er kuldin seinastu vikurnar tann ringasti sum hevur verið í Føroyum seinastu 50 árini. Næstkaldast var sama tíðarskeið í 1995 ? tá var miðalhitin 0,8 stig.

Hesar seinastu 20 dagarnar hevur kavin ligið um so at siga alt landið. Hóast hitastig hevur kavin verið so beinfrystur, at hann hevur verið liggjandi.

Í londunum kring okkum hevur eisini verið óvanliga kalt, eitt nú tosaði Rás2 við blaðstjóra í norðurnoregi fyrradagin, har tey hava havt heilt niður í 41 kuldastig.

Alix Rasmussen sigur við Sosialin, at komandi vikurnar bráðnar kavin í Føroyum, men at í fjøllunum verður hann liggjandi.

Í gjár fekk Jens Kristian Vang, myndamaður hjá Sosialinum, hesa myndina av einum heldur øðrvísi kavamanni, sum tey høvdu gjørt á Sundsvegi í Havn.