Fyrsta filmssýningin var í Virkinum á Sandi í gjárkvøldið, og í kvøld klokkan 21 og í morgin klokkan 17 verður sýningin uppafturtikin.
Sýningarnar eru í samband við Sandoyarstevnuna, sum hetta vikuskiftið er á Sandi.
Umframt filmin “Wünder Pitsa” hjá Hanusi Johannessen, ið vann 48 tímars filmskappingina hjá Klippfisk í fjør, verður kendi føstulávintsfilmurin “Føstugangshald á Sandi” eisini vístur.
At enda á filmssýningini, sum verður í kvøld og í morgin, verður spildurnýggi skemtifilmurin “Sølumaðurin” hjá Hanusi Johannessen eisini frumsýndur hesar dagarnar.
- Allir hesir filmarnir eru framleiddir á Sandoynni, annaðhvørt av sandoyingum ella við sandoyingum í høvuðsleiklutunum, siga tey í Virkinum, sum skipa fyri stevnu á Sandi.
Leggjast kann aftrat, at atgongumerkið at síggja hesar filmarnar í Virkinum á Sandi kostar 50 krónur.