Nýggi Disney og Pixar animatión filmurin »Soul« hevur premieru í dag á stroymingartænastuni Disney+.
Í góðar 100 minuttir setur Soul spurningar á breddan, sum flest okkara hava spurt, síðani vit vóru børn. Hví eru vit til, hvat er endamálið, og hvat hendir eftir lívið her á fold.
Filmurin hevur fingið serstakliga góð ummæli frá ummælarum á alskins miðlum. Hetta er ein óvanliga djúpur familju- animatiónsfilmur, sum leggur upp til, at bæði vaksin og børn hugsa og hugleiða óítøkiliga, tá tey hava sæð hann.
##med2##
Soul snýr seg um tónleikalæraran Joe, sum undirvísir børnum í tónleiki, men droymir um at gerast veruligur jasstónleikari.
So knappliga ein dag verður ynski hjá honum gingið á møti, tá hann sleppur at spæla við hjá saxofondivaini Dorothea Williams. Men so hendir tað vanlukkuliga, at hann traðkar í eitt kloakkhol og doyr!
Tað er hann als ikki við upp á. Ikki nú, tá hann ikki er liðugur við tað, sum hann vildi á fold. Tá byrjar ferðin hjá honum í óítøkiliga heiminum millum lív og deyða, har sálir verða til.
Um Soul:
leikstjóri: Pete Docter, Kemp Powers
Røddir: Jamie Foxx, Tina Fey, Graham Norton, Rachel House, Alice Braga
Frumsýning: 25. december á Disney+