Nýggjur VW Jetta í oktober

Í oktober 2005 kemur ein nýggjur VW Jetta á marknaðin, ið avloysir núverandi VW Bora. Bilurin sær út sum ein minni útgáva av VW Passat og verður eins og VW New Beetle gjørdur í Mexico

VW Jetta var upprunaliga sedan útgávan av Golfinum. Í Evropa bleiv navnið seinni broytt til VW Vento og síðan til VW Bora, men nú verður navnið so aftur Jetta. Í USA hevur bilurin øll árini havt navnið Jetta. VW bilar sum t.d. Passat, Jetta og Bora eru allir uppkallaðir eftir ymiskum vindum.

Bilurin verður gjørdur á eini Volkswagen-verksmiðju í Mexico. Á verksmiðjuni arbeiða 15.000 starvsfólk sum í fjør framleiddu 225.000 bilar, harav 70 prosent av framleiðsluni fór til útflutnings.

Í november 2004 byrjaði Wolkswagen í Mexico framleiðsluna av nýggja Jetta, og bilurin kom á amerikanska marknaðin í januar 2005.

Jetta sær meira út sum ein minni útgáva av nýggja VW Passat enn sum sedan útgávan av VW Golf. Bilurin er munandi størri enn Bora, sum hann avloysir, t.d. er hann 18 cm longri og viðførisrúmið er vaksið við 72 litrum til 527 litrar. Aksilfrástøðan er 6,5 cm størri, og bilurin er rúmligari innan. Bilurin er á leið somu stødd sum Skoda Octavia, sum er í somu familju.

Frá Bilasøluni í Hoyvík verður sagt, at VW Jetta verður í Føroyum í oktober.