Nýggjur Volvo S80

Volvo S80 verður nú avloystur av einum nýggjum S80 við nýggjum designi og trygd og koyrieginleikum í heimsklassa. Bilurin hevur allar tær nýggjastu og mest framkomnu trygdarskipanirnar hjá Volvo

S80, ið er toppmodellið í persónabilaskránni hjá Volvo, verður nú avloystur av einum nýggjum S80 við nýggjum designi og trygd og koyrieginleikum í heimsklassa. Bilurin skal kappast við teir stóru luksusbilarnar í Evropa og á amerikanska marknaðinum. 
 
Volvo S80 kemur t.d. við tveimum nýggjum motorum, einum 3,2 litur 6 syl. rekkjumotori  við 238 hk, og einum 4,4 litur V8 motori við 315 hk. Annars fæst hann eisini við 2,5 litur 5 syl. turbo bensin við 200 hk, og 2,4 litur turbodiesel við 185 hk.    
 
S80 hevur allar tær nýggjastu og mest framkomnu trygdarskipanirnar hjá Volvo, sum t.d fartpilot sum automatiskt heldur frástøðu til bilin sum koyrir frammanfyri, eins og eina heimsnýggjheit sum nevnist PCC ( Personal Car Communication) við hópin av intelligentum funktiónum, sum t.d. ávarðar um ein  persónur goymir seg í bilinum. 
 
Frá VR Bilum verður sagt, at nýggi luksusbilurin Volvo S80 kann bíleggjast frá síðst í mai mánað.