Nýggjur virkandi stjóri í Landsverk

Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, ið hevur sitið sum virkandi stjóri á Landsverk, letur nú stafettina víðari til Ewald Kjølbro, sum nú er virkandi stjóri. Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, hevur sitið sum virkandi stjóri í Landsverk síðani Oyvindur Brimnes varð koyrdur frá. Saman við aðalstjórastarvinum er hendan uppgávan so mikið stór, at Rúni Joensen í samráð við landsstýriskvinnuna nú hevur valt at tilnevna ein annan virkandi stjóra á Landsverki, til fastur stjóri verður settur væntandi áðrenn jól.

Tað er leiðarin á havnadeildini og bygningadeildini hjá Landsverki, Ewald Kjølbro, sum frá í dag er virkandi stjóri á stovninum.

Ewald Kjølbro er 46 ára gamal og útbúgvin byggiverkfrøðingur í 1994. Hann tók við sum leiðari á havnadeildini hjá Landsverki í 2001, og á vári í fjør gjørdist hann eisini leiðari á bygningadeildini. Áðrenn Ewald Kjølbro kom á Landsverk, arbeiddi hann innan byggi- og anleggsvinnuna í Danmark, har hann bæði hevur fingist við byggileiðslu, projektleiðslu og projekteringsleiðslu.

Umframt útbúgving sum byggiverkfrøðingur hevur Ewald Kjølbro tikið HD og er í løtuni í ferð við at taka ein yvirbygning í HD innan roknskap og fíggjarstýring.