AC Milan plagdi at vera eitt felag, sum á hvørjum ári gjørdi um seg í broddinum av italskum toppfótbólti, og eisini plagdi felagið at duga væl at gera ein vørr í Champions League. Soleiðis er tó ikki longur. Ístaðin er stórfelagið úr Milano dottið nøkur pláss aftur ímóti miðuni, og nú er tað eisini nøkur ár síðani, at felagið luttók í Champions League.
Sum vanligt er í italskum feløgum, tá ið tað ikki gongst eftir vild, so er lætt at skifta venjaran út. Tað kortið hevur AC Milan nýtt - í dag hevur felagið kunngjørt nýggjan venjara til komandi kappingarár.
Nýggi venjarin eitur Vincenzo Montella. Hann er fyrrverandi framherji, ið serliga gjørdi um seg í Roma frá 1999-2009. AC Milan hevur kunngjørt í dag, at Montella hevur undirskrivað ein tvey ára sáttmála við Rossoneri, sum Milan eisini verður nevnt.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at AC Milan setir fyrrverandi áleypara í venjarastarv. Í kappingarárinum 2014-2015 var tað Filippo Inzaghi, sum í 2007 skoraði tvey mál ímóti Føroyum á Tórsvølli, ið var venjari tá. Hann fekk tó sparkið eftir hetta eina kappingarárið.