Á aðalfundi, sum varð hildin hóskvøldið í seinastu viku, varð John Henrik Holm valdur til nýggjan formann í VB.
John Henrik avloysir sostatt Mannbjørn Tausen, sum formann. Mannbjørn hevði upprunaliga sagt sessin frá sær fyri einum ári síðani, men tá eftirmaður hansara, Óli Holm, fór í Landsstýrið, mátti Mannbjørn sum ein fyribils loysn standa við róðrið, til nýggjur aðalfundur var hildin.