Nýggjur vøllur í Trongisvági

Arbeiðið við at fyrireika nýggjan fótbóltsvøll í Trongisvági heldur áfram. Aftaná fyrireikandi kanningar og metingar av lendinum, er útbjóðingartilfarið til jørð- og lendisarbeiði nú liðugt. Hesi tíðindi ber heimasíðan hjá TB.

 

Hetta arbeiðið hevur verið til viðgerðar í starvsnevnd og bygginevnd hjá Suðuroyar Ítróttardepli, har tað fekk einmælta undirtøku. Næsta stigið er at bjóða henda partin alment út, helst um eina viku.

 

Tað varð býráðið á Tvøroyri kunnað um á fundi í gjár. Eisini eru formenninir í bygdaráðunum í Hvalba og Fámjin kunnaðir, skrivar tb.fo.

 

Sp/f Westtech í Sørvági stendur fyri útgreiningini av verkætlanini, ið kemur at fevna um áðurnevnda jørð –og lendisarbeiði, keyp og álegging av vølli og vallarumstøður sambært galdandi krøvum, tað verið seg hús, áskoðarapláss, umstøður kring vøllin og so framvegis.

 

Freistin at svara uppá útbjóðingina er vanliga tríggjar vikur, so um ein mánað er væntandi, greitt hvør skal gera arbeiði.

 

Eftir ætlan skal vøllurin í Trongisvági vera liðugur til komandi kappingarár.

 

Sp/f Westtech í Sørvági hevur gjørt tekningina. Fleiri eru at síggja á tb.fo.