Ùtskifting og endurnýgging av føroysku graslíkisvøllunum kring landið tykist ganga væl. Nýggjasti vøllurin í Føroyum verður nú tann á Svangaskarði, sum ætlandi skal takast í nýtslu komandi vikuskiftið. Graslíkisteppið á Svangaskarði er tað elsta, sum higartil hevur verið í brúk, men fyrsti graslíkisvøllurin í Føroyum varð tann í Gundadali. Tað er fyritøkan Polytan, sum leggur nýggja undirlagið á. Henda sama fyritøka skal eisini leggja nýtt lag á vøllin í Vági. Seinni er tað felagsvøllurin hjá EB/Streymi í Streymnesi, sum fyri fyrstu ferð skal fáa graslíkisundirlag.










