Nýggjur umboðsmaður

Fríggjadagin stóð Hans Jacob á Líknargøtu royndina sum spælaraumboðsmaður innan fótbólt

Hetta er roynd, sum verður skipað eftir FIFA-leisti tvær ferðir um árið, og er Hans Jacob triði føroyingurin, sum hevur staðið royndina. Hinir báðir eru Jákup í Stórustovu og Ólavur Waag Høgnesen. Hans Jacob hevur tó ikki loyvi at virka sum leikaraumboðsmaður enn. Hann skal fyrst tekna eina ábyrgdartrygging í einum góðkendum tryggingarfelagi. Síðani skal umboðsmannayvirlýsingin undirskrivast og sendast FSF. Tá ið FSF hevur fingið tryggingarskjalið og treytirnar, og umboðsmannayvirlýsingin er undirskrivað, útskrivar FSF loyvisbræv sum spælaraumboðsmaður.