Nýggjur trolbátur til Haraldssund

Sannur hátíðardámur valdaði á keiini í Haraldssundi mikumorgunin, tá nýggi trolbáturin Dýrindal kom til bygdina

Haraldssund:
Hóast tað var nógvur vindur, og tað hevði hug at regna, var fitt av fólki savnað á keiini, tá trolbáturin Dýrindal legði at í myrkrinum fyrrapartin mikudagin. Alt bygdarfólki og fleiri avbygdafólk eisini vóru komin at taka ímóti.
Børn veittraðu við fløggum, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg. Heini O. Heinesen helt røðu vegna kommununa, har hann ynskti Páll Klettskarð, eigaranum av Dýrindali, til lukku við nýggja bátinum og bjóðaði teimum hjartaliga vælkomnum. Síðani takkaði Páll Klettskarð fyri stórfingnu móttøkuna.
Aftaná hátíðarløtuna á keiini, bjóðaði kommunan ábit í bygdarhúsinum.
Dýrindal er bygdur á eini nýggjari skipasmiðju á Hafnafirði í Íslandi. Hann kostaði umleið seks milliónir krónur. Fyrst verður helst farið ein royndartúr, áðrenn fyrsti rættiligi fiskitúrurin verður. Tað verða væntandi fýra ella fimm mans við bátinum.

Myndatekstur: Nýggi trolbáturin, Dýrindal, hjá Páll Klettskarð kom til Haraldssund mikumorgunin