Ingibjørg Berg tók prógv sum stjórnmálafrøðingur við lærda háskúlan í Århus í 1993 og hevur síðani millum annað útbúgvið seg innan leiðslu og sálarfrøði. Hon hevur altíð starvast innan fyrisitingarliga økið, eitt nú á Fróðskaparsetrinum, á Løgmansskrivstovuni og í Oljufyrisitingini. Í løtuni er Ingibjørg Berg aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya.
Ingibjørg tekur við starvinum í Tórshavnar Kommuni 1. juni og kemur at umsita einar 250 mill. krónur til trivnaðarøkið, sum fevnir um Sosialu deild, Mentamáladeildina og Barna- og ungdómsdeildina.










