Tingsalurin er nú tómur. Ikki bert fyri tingmenn, sum eru í summarfrí, men eisini fyri innbúgv.
Orsøkin er, at handverkarar eru farnir undir annað stig í ætlanini um at gera nýtt føroyskt tinghús. Um jóltíðir í fjør vóru handverkarar lidnir at umbyggja gamla tinghúsið uttan, og nú er arbeiðið at umbyggja tað innan byrjað, eins og arbeiðið at knýta verandi tinghús og telefonverksbygningin saman til eina nýggja eind, ið skal hýsa løgtinginum.
Stóru salur
Sjálvur tingsalurin hevur higartil verið heldur lítl. Hann hevur ikki verið nógv størri enn ein av frægu skúlastovunum í landinum.
Men hetta verður nú broytt. Øll rúmdin í gamla tinghúsinum skal nú gerast til tingsal. Gangurin út móti tinghúsvegnum, sum hevur tikið nógv burtur av sjálvum tingsalinum, skal burtur og salurin skal vendast, so formaðurin situr við rygginum oman móti vaglinum og tingfólk venda sær móti formanninum og vaglinum.
Eisini skal tinghúsloftið burtur, so opið verður upp í tróðrið. Tó verður ein rók undir vaðingini, har tíðindafólk kunnu sita og fylgja við tingfundum omanífrá.
Alt hetta skal vera liðugt í november.
Almenna inngongdin til tingsalin verður í einum glasbygningi, sum verður bygdur millum gamla tinghúsið og telefonverksbygningin.
Basalt og kopar
Telefonverksbygningurin skal eisini vera løgtingshús. Men hendan ætlan er eitt sindur seinkað, og tí sleppur løgtingið helst ikki inn í telefonverksbygningin fyrr enn einaferð á vári komandi ár.
Í fyrstu atløgu skal løgtingið bert hava ovastu hæddina í telefonverksbygninginum, men ætlanin er, at Føroya Tele so líðandi skal flyta út, til telefonverksbygningurin í 2005 bert er tinghús, eins og gamla tinghúsið.
Arbeiðið at gera telefonverksbygningin til tinghús er byrjað. Sett er á at taka tornið niður í bitum, og innan ein mánað, skulu vit rokna við, at einki torn er at síggja.
Síðani skal nýggjur bygningur byggjast, har tornið stóð. Hann skal vera úr basalti, glasi og kopar. Harafturat skal tað, ið eftir er av telefonverksbygninginum klæðast við viði ovast og øðrum tilfari longur niðri.
Meiningin er, at umsiting tingsins skal húsast í telefonverksbygninginum, eins og fundarhøli og skrivstovur til tingfólk skulu vera har.
Tað er Heidi Poulsen, arkitektur, ið hevur teknað nýggja tinghúsið.









