Havnar tennisfelag hevur í felag við ítróttarsambandið og Tórshavnar komunu, tikið stig til at skifta undirlagið á tennisvøllinum í Gundadali. hetta skrivar Havnar tennisfelag í tíðindaskrivi í morgun.
Gamla undirlagið veitti ikki nóg góðar møguleikar, fyri at menna tennis í Føroyum. Vegna váta føroyska veðurlagið, vóru møguleikarnir ikki góðir fyri at spæla tennis. Hetta fer nú at broytast, tí nú ber til at spæla tennis í regni.
Gamla undirlagið hevði næstan 30 ár á baki og var gjørt úr gummi, meðan nýggja undirlagið er gjørt úr graslíki, við sandi eins og fótbóltsvøllirnir. Nú eru líkindini góð fyri at spæla tennis, og tennisfelagið vónar at hetta kann verða grundarsteinurin, fyri einari stórari menning innan tennis í Føroyum.
Í hesum sambandi fer Havnar Tennisfelag, at skipa fyri stórum hátíðarhaldi klokkan 13 ímorgin, har øll eru vælkomin. Saman við umboðum frá Tórshavnar komunu og Ítróttarsambandinum, bjóðar Havnar tennisfelag øllum oman at royna nýggja vøllin. Á vøllinum verður bjóðað kaffi, the, køkur, vatn og sodavatn. Um man vil royna nýggja vøllin, veitir Tennisfelagið eisini ketjarar og bóltar.
Umframt hetta hevur Tórshavnar komuna vátta at ljósmastrar verða settar upp, og at felagshús verður gjørt við síðina av vøllinum. Gongur alt eftir ætlan, verður hetta liðugt í seinasta lagið í 2020.