Sasser eitur nýggi telduormurin, sum nú sníkir seg inn á teldur. Hann spreiðir seg ikki sum vit vanliga kenna tað gjøgnum teldupost ? tað er nóg mikið, bara tú ert á alnetinum.
Hesin ormur, sum tó sigst vera óskaðiligur, er serstakliga órógvandi, við tað at hann sløkkir og tendrar telduna ferð aftan á ferð.
Tað eru tær berbaru teldurnar, sum eru mest útsettar, og helst eru longu fleiri milljónir teldur smittaðar. Men sambært fólki frá virusfyritøkum, skuldu teldur við verjuveggi verið tryggar.
Ormurin ber seg at sum Blaster, skannar tilvildarligar IP-adressur og finnur viðkvæmar skipanir. Tá tær eru funnar, kopierar hann seg inn á Windows við navninum, AVSERVE.EXE.
Enn er ikki greitt hvaðani ormurin stavar, men helst er tað ein tannáringur, sum roynir síni kynstur, sigur ein antivirus-serfrøðingur frá fyritøkuni F-Secure við norsku Nettavisen.










