Nýggjur telduhandil

Áhugin fyri teldum er vaksandi og suðuroyingar hava nú eisini fingið ein telduhandil

Í Suðuroynni hevur eingin handil verið, ið hevur verið telduhandil burturav. Men nú er telduhandil latin upp í Vági. Hann liggur væl fyri við høvuðsvegin.

Tað er s/pf Joensen við Jan Joensen, ið rekur handlin Suður-teld. Jan Joensen hevur síðani 1983 fingist við teldur og stovnaði hann fyri nøkrum árum síðani partafelag við endamálinum at reka handil og tænastu innan teldutøknina. Áhugin hevur verið vaksandi og tí er felagið nú farið undir handilin Suður-teld. Har er stórt útboð av teldum, prentarum og øðrum. Eisini eru eittnú telduspøl at fáa. Ætlandi verður opið seinnapartar, men til nýggjárs er opið allan dagin.