Nýggjur tónleikur í nýggjum hølum

Tónleikabólkurin Aldubáran hevur sína árligu várkonsert leygarkvøldið 24. mars. Konsertin verður tískil ikki klokkan 16 sum vant men 19.30 í hugnaligu høllini hjá Østrøm.

Á skránni er nútímans tónleikur eftir tónaskøldunum Trónda Bogasyni Hansen og Andrasi Olsen. Andras er trombone leikari í Aldubáruni og Tróndur er útbúgvin tónasmiður.

Tónleikararnir eru: Angelika Nielsen - violin, Andreas Restorff - cello, Andras Olsen - trombone, Páll Sólstein - F horn, Jóhannes Andreasen - klaver, Tróndur Bogason Hansen - elektronik.

Hesaferð verður konsertin í nýggju høllini hjá Østrøm á Skálatrøð. Konsertin byrjar kl 19.30 Konsertin er komin í lag í samstarvi við Studio Bloch, sum eisini heldur til í húsinum.