Jón Bjarnason úr Vági verður nýggjur svimjivenjari hjá svimjilandsliðnum, eftir at Petur Heðin á Fløtti hevur røkt hendan sessin seinastu átta árini.
Jón Bjarnason er 35 ára gamal og ættaður úr Vági, men hevur í seinastuni virkað sum venjari hjá Tvøroyrar Svimjifelag. Hann hevur nomið sær útbúgving innan venjing í Aalborg, og eisini hevur hann starvast sum svimjivenjari í Danmark, áðrenn hann setti kósina heima aftur móti Føroyum.
Nýggi venjarin tók við starvinum 1. oktober.









