Skúlabygging
Suðuroy: Nú skal nýggjur miðnámsskúli byggjast í Suðuroy.
Tað hevur Løgtingið endaliga samtykt.
Løgtingið hevur samtykt at geva landsstýrismanninum í mentamálum, Høgna Hoydal, heimild til at fara undir byggingina.
Skúlin skal byggjast í avbera natúruvøkrum plássi vesturi á Vatninum í Vági og hann skal kosta í mesta lagi 50,4 milliónmir. Men av teimum skulu nakrar kommunur í Suðuroynni betala 5,4 milliónir, sum tær hava játtað at betala til eitt meginbókasavn, sum eisini skal vera í skúlanum.
Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur havt eina umskiftiliga tilveru. Upprunaliga helt hann til í hølum bæði í Vági og á Tvøroyri. Síðani varð hann fluttur til Vágs burturav, men hann hevur altíð húsast í fleiri húsum og tað hevur alla tíðina verið størsta ynski at funnið eina varandi loysn.
Nú er tann varandi loysnin funnin og á várið 2006, verður flutt í flunkandi nýggjan skúla vesturi á vatninum.
Við at byggja vesturi á Vatninum kann skúlin gagnnýta fótbóltsvøllin og ítróttarhøllina hjá VB, ið eru beint við.
Skúlin verður bygdur eftir tekningum hjá arkitektavirkinum hjá Árna Winther, ið vann arkitektakappingina um skúlan.
Virkin partur í samfelagnum
Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at skúlin skuldi verða ein virkin partur í samfelagnum og geva møguleikar fyri at binda saman undirvísing, mentan, arbeiðslív og vinnulív í oynni.
Í skúlanum verða sostatt samkomuhøll. Samstundi gjørdi Vágs Býráð greitt, at greitt, at hon hevði áhuga í at hava býarbókasavn á skúlanum.
Úrslitið av tí er, at eitt meginbókasavn verður í skúlanum, har ið kommunurnar í Suðuroy skuldi betala ein part av útreiðslunum.
Í tí sambandi hava Porkeris kommuna, Hovs kommuna, Famjins kommuna og Vágs kommuna boðað frá, at tær eru sinnaðar at vera við í fíggingini.
Hinvegin hava Hvalbiar kommuna, Sumbiar kommuna og Tvøroyrar kommuna boðað frá, at tær ikki taka undir við ætlanini.
Meginbókasavnið verður kortini veruleiki og tær kommunur, sum taka undir við ætlanini, betala so partin hjá kommununum.
Byrjað í summar
Ætlanin er at byrjað upp á skúlan í summar, tá ið jørðarbeiðið verður boðið út og so kann sjálvt arbeiðið byrja í august.
Sjálvt byggiarbeiðið verður boðið út komandi vár
Ætlanin er, at øll byggingin skal taka trý ár og at skúlin skal verða klárur at taka í nýtslu á vári í 2006
Skúlin verður bygdur til umleið 150 næmingar og gólvvíddin verður einar 2800 fermetrar. Av teimum verður sjálvt meginbókasavnið 700 fermetrar.