Nýggjur stovnur undir Hálsi

Í mars mánaði samtykti Sosiala nevndin hjá býráðnum at fara undir fyrireiking av byggingini av einum stovni undir Hálsi.

Síðani tá hevur umsitingin í býráðnum arbeitt víðari við málinum. Nevndin samtykti at byggja stovnin í stigum, men umsitingin mælir til at fremja alla ætlanina í einum byggistigi.
Umsitingin grundar hetta á, at stovnurin allarhelst ikki kann verða klárur at taka í nýtslu í ár, og at hetta tí fer at gera stovnin dýrari. Mælt verður eisini til at bjóða byggingina út sum eina totalenterprisu.
Síðani hava sosiala nevndin og fíggjarnevndin havt málið til viðgerðar, og biður nú teknisku umsitingina í býráðnum um at gera tilmæli um útbjóðingarmøguleikar.