Hugtakið Javnstøða má fevna um annað enn bara at telja, hvussu nógv konufólk eru í ymsum almennum nevndum
Tað heldur Kári á Rógvi sum hevur verið formaður í javnstøðunevndini í nøkur ár.
Hann heldur ikki, at arbeiðið fyri javnstøðu virkar nóg væl og nú hann eisini er nývaldur løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, ætlar hann sær at gera nakað við hendan spurningin.
Tí fer hann nú at leggja uppskot fyri løgtingið um at víðka heimildirnar hjá javnstøðunevndini og at geva henni størri heimildir.
Hann mælir sostatt til, at vit gera ein stovn, sum skal hjálpa øllum, sum eru fyri ógrundaðum mismuni í øllum samfelagsviðurskiftum, serliga á arbeiðsmarknaðinum.
-Talan kann vera um mismun vegna kyn, aldur, brek ella uppruna.
Hann í hesum sambandi, at tað er sjálvsagt, at ein slíkur stovnur røkir áhugamálini hjá brekaðum
- Ein yvirlýsing um rættindini hjá brekaðum er á veg og tí er tað neyðugt at hava ein stovn, sum hevur eftirlit við teimum viðurskiftunum, heldur hann.
Men tað er eisini sjálvsagt, at ein slíkur stovnur tryggjar rættindini hjá útlendingum í Føroyum, tí tað eru nógvir útlendingar í Føroyum, sum hvørki vita út ella inn og sum ikki vita, hvørji rættindi tey hava.
- Hetta verður átroðkandi, nú meiri og meiri verður tosað um at fáa útlendska arbeiðsmegi í størri mun til Føroya.
Samstundis heldur hann, at tað er neyðugt, at ein slíkur stovnur, eisini arbeiðir fyri at tryggja rættindini hjá børnum og fylgir við, tá ið dagstovnar og skúlar verða bygdir.
- Talan skal verða um ein stovn, sum tryggjar yvirskipaðu rættindini hjá børnunum, men sum eisini samstarvar við barnaverndir og aðrar stovnar, sum hava við rættindini hjá børnum at gera.
Kári á Rógvi heldur, at tað er rætt at samskipa allar hesar uppgávurnar í ein stovn, tí tá ið talan er um mismun, er talan ofta um blandingsmismun. Tað merkir, at fólk eru fyri mismuni, bæði tí tey eru konufólk og tí tey eru útlendingar, fyri at nevna eitt dømi.
Hann heldur sostatt, at tað er skeivt at skipa fleiri nevndir og stovnar at taka sær av hesum viðurskiftum og tí vil hann hava øll hesi viðurskifti savnað undir sama hatti, har ein umboðsmaður, ið líkist løgtingsins umboðsmanni, tekur sær av teimum dagligu viðurskiftunum, men har ein nevnd stingur tað yvirskipaðu kósina út í kortið.
Hann metir, at tað fer at kosta tvær milliónir um árið at skipa ein slíkan stovn, men hann heldur, at peningurin er givin væl út, tí fyri búskapin hevur tað alstóran týdning, at alt okkara menniskjansliga tilfeingið verður brúkt til fulnar.