Síðani Johnny í Grótinum legði frá sær sum stjóri á Landssjúkrahúsinum fyri at gerast stjóri í kringvarpinum, hevur Ronnie Midjord røkt stjórastarvið.
Men hann er ikki millum tey 12, sum hava søkt stjórastarvið.
Setanarbólkurin hevur verið gjøgnum umsóknirnar og hevur havt samrøður við nøkur teirra og í hesi vikuni fær landsstýriskvinnan við heilsumálum, Sirið Steenberg, tilmæli frá nevndini um hvønn hon skal seta í heita sessin á Landssjúkrahúsinum.
Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at hendan setanartilgongdin skuldi ganga skjótt, men sum tað sær út nú, so tekur ein nýggjur stjóri í fyrsta lagi við starvinum í nýggja árinum.










