Nýggjur stjóri á Rúsuni

Landsstýrismaðurin í vinnu­­málum hevur sett Rógva Andrias Fossá­dal sum stjóra á Rús­drekka­sølu Landsins.
Rógvi Andrias Fossádal er 45 ára gamal og er út­búgv­in cand.merc. Hann hev­ur drúgvar royndir frá pri­vata vinnulívinum m.a. inn­an handil, sum virkar á al­tjóða marknaðinum. Rógvi hevur eisini starv­ast sum fíggj­ar­leiðari inn­an privata vinnulívið í Dan­mark.
Seinastu tvey árini hev­ur hann starvast sum fíggj­arleiðari á Rús­drekka­sølu Landsins, og hann hevur seinastu mán­aðirnar røkt starvið sum fyri­bils­stjóri á Rús­drekka­sølu Land­sins. Rógvi tekur við starv­in­um 1. desember.