Nýggjur stjóri hjá Mærsk Air

1. februar 2004 fær kreppurakta flogfelagið, Maersk Air, nýggjan kommersiellan stjóra. Talan verður um 49 ára gomlu Anne von Glasow, sum kemur frá einum starvi sum sølustjóri hjá flogfelagnum KLM.

Anne von Glasow:
Anne von Glasow er útbúgvin løgfrøðingur og hevur fyrr verið í leiðandi starvi hjá SAS.

Við árs byrjan tók Finn Ylelund við sum fyrsitingarstjóri hjá Maersk Air. Hann er 53 ára gamal og kom frá einum líknandi starvi hjá Air Greenland. Eisini hann hevur eina fortíð hjá SAS.

Við Finn Ylelund á odda og Anne von Glasow sum kommersiellum stjóra hevur Maersk Air av nýggjum fingið eina professionella leiðslu sum eigararnir av flogfelagnum, A.P. Møller og Mærsk, geva sín fulla uppbakning, verður sagt í tíðindaskrivi.

Kelda: TRAVEL PEOPLE Newsletter 16. januar 2004


Kelda og mynd: Travel People