Nýggjur stjóri hjá Færøernes Kommando

Mánadagin 1. august 2005 var stjóraskifti hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali, tá Christian A. Nørgaard, kommandørur, avloysti núverandi stjóran, Jan T. Leisborch

Christian A. Nørgaard kemur frá einum starvi sum deildarstjóri í Forsvarets Personeltjeneste, og áðrenn tað hevði hann ymiskar uppgávur í herinum.

Christian A. Nørgaard hevur eisini arbeitt sum næstimaður og sum stjóri fyri verjuskipið Vædderen.

Saman við konuni, Lilli Nørgaard, býr nýggi stjórin í kommandørbygninginum í Havn. Parið eigur ein son og eina dóttir, sum vera verandi í Danmark, har tey halda fram við síni útbúgving.