Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Finnbogi Arge, setti mánadagin Oyvind Brimnes í starv sum stjóra fyri landsverkfrøðingsstovnin. Fyribils setti stjórin, Hans Biskopstøð, fer nú frá vegna aldur.
Oyvindur Brimnes er 36 ára gamal og útbúgvin sivilverkfrøðingur. Hann hevur arbeiðsroyndir úr Føroyum og Grønlandi, bæði viðvíkjandi fyrisitingarligum og praktiskum arbeiði. Hann starvast í løtuni hjá Tórshavnar Havn, har hann stendur fyri útbyggingum og viðlíkahaldi.
Oyvindur Brimnes tekur við starvinum tann 1. august í ár, sigur Vinnumálastýrið í tíðindaskrivi.