Á móttøkuni takkaði Heri Niclassen fyri álitið, sum víst varð honum og vildi hann ma.. gera alt tað hann er mentur fyri at halda fram við tí arbeiði, sum onnur undan honum hava lagt lunnar undir og menna føroysku ferðavinnuna. Hann segði, at hann fór at gera sítt til at fáa góð viðurskifti við sjálva ferðavinnuna. Og til tess at tryggja ein skilagóðan útvikling á ferðavinnuøkinum legði hann upp til eitt gott samstarv við starvfólkini á Ferðaráðnum.Undir samkomuni ynskti formaðurin í Ferðaráð Føroya, Petur Oliver í Hoyvík nýggja stjóranum góða eydnu og ivaðist hann ikki í, at Heri Niclassen var rætti maðurin til hetta álitisstarvið í ferðavinnuni, ikki minst tá hugsað verður um drúgvu royndir hansara í hesi vinnu.