Nýggjur stjóri á Bilfríðkan

Bilasølan Bilfríðkan í Havn hevur fingið nýggjan stjóra. Suni Magnussen, ið hevur arbeitt sum sølumaður hjá fyritøkuni í gott eitt ár, er nú stjóri á fyritøkuni, sum eigarin, Ludvík Petersen, stovnaði fyri skjótt 30 árum síðan

Bilfríðkan bleiv stovnað í 1975. Ludvík Petersen byrjaði í garaguni hjá foreldrunum við Velbastaðvegin, har hann umvældi og lakkeraði bilar. Hann hevði tá lært til bilmekanikara hjá Reyni Service í Rættará. Seinni blivu størri virkisbygningar bygdir við bilverkstaði, eykalutagoymslu og framsýningarhølum. Í 80-unum innfluttu teir brúktar bilar, ið blivu settir í stand og seldir. Bilfríðkan hevur fyrr umboðað General Motors, nú eru tað bilmerkini Fiat og BMW.
Nýggi stjórin á Bilfríðkan, Suni Magnussen, er 43 ára gamal. Hann er best kendur sum Suni í Fotobúðini. Suni byrjaði í 1977 í Fotobúðini hjá Sigurð Bech á Áarvegnum í Havn og arbeiddi har í nøkur ár. Hann hevur tó fyrr roynt seg í bilbranchuni, við tað at hann miðskeiðis í 80-unum arbeiddi sum sølumaður á bilasøluni hjá Ivan Johansen. Tá hann hevði verið har í hálvtannað ár, fekk hann tilboð um at yvirtaka Fotobúðina. Men hugurin hevur stóð tó alla tíðina til bilarnar. Fyri einum ári síðan fór Suni aftur at royna seg sum bilasølumann, hesaferð hjá Bilfríðkan. Nú er hann so vorðin stjóri á fyritøkuni. Suni eigur Fotobúðina í Handilshjarnanum og Ludík Petersen eigur Bilfríðkan.


Fiat Stilo Multi Wagon

Eftir at Fiat Stilo hava verið á marknaðinum í gott eitt ár sum hatchback við trimum og fimm hurðum, er nú stationvognurin Multi Wagon komin á marknaðin.
Fiat kalla Stilo stationvognin fyri Multi Wagon. Talan er um ein rúmligan bil ið er nakað hægri innan enn hatchback útgávurnar. Eins og á hatchback útgávunum kann baksetrið flytast aftur og fram, soleiðis at man kann velja í millum at hava stórt viðførisrúm ella gott beinpláss aftan. Viðførisrúmið er 510 litrar, tá baksetrið er flutt heilt aftur. Bilurin fæst við 1,6 og 1,8 litur bensinmotorum og JTD dieselmotorum við ávikavist 80 og 115 hk. Opið hús verður leygardagin 5. apríl frá kl. 10-17, har høvið verður at royna nýggjar bilar og heilsa uppá nýggja stjóran. Eisini verður kaffi og pinnamatur og balónir til børnini.