Nýggjur skorsteinur á Sundi - friður í Kaldbak

SEV verkið á sundi hevur fingið ein nýggjan motor og ein nýggjan skorstein, sum skuldi hildið larmin undir markið

UMBYGGJAN

SEV verkið á Sundi verður í løtuni umvælt. Ein nýggjur skorsteinur og ein nýggjur motorur verður settur upp.
Hetta er ein íløga áljóðandi 34 milliónir fyri SEV.
Klæmint Weihe, stjóri fyri SEV, sigur, at moturin, sum verður skiftur út, er frá 1973. Vantændi verður tann nýggi moturin klárur at taka í nýtslu fyrst í mai mánað.
Samstundis verður eisini ein nýggjur skorsteinur eisini settur upp. Við nýggja skorsteininum skuldi tað verði liviligari í Kaldbak.
Fólk í Kaldbak hava síðani seinasta summar upplivað nógva gang av verkinum á Sundi, men hetta verður betri við broytingunum, lovar Klæmint Weihe.
?Við hesum liggja vit undir markninum, sum vit hava fingið álagt, sigur Klæmint Weihe.
Arbeiðið við skorsteininum verður væntandi liðugt longu hesa vikuni, men bíðast skal eitt sindur longur eftir nýggja motorinum.