Nýggjur skúli til Sandsbørn

Á Sandi verða í løtuni gjørdar fyrireikingar til at fara undir nýggjan barnaskúla.
Tann verandi er meiri enn 120 ára gamal, og er ikki tíðarhóskandi longur.

- Gongur sum ætlað kunnu vit bjóða tann nýggja barnaskúlan út í summar, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi.
Arbeitt hevur verið við hesi ætlanini í eini fimm ár, har fólk úr kommununi, skúlastýrinum og lærarar hava tosað saman um krøv, stødd og annað í sambandi við ætlaða skúlan.
Nú er liðugt at tekna uppskotið, og fer sjálv prosjekteringin í gongd í næstum. Um tríggjar mánaðir ella so skal arbeiðið kunna bjóðast út.
- Her verður talan um ein góðan barnaskúla til dagsins standard, sigur borgarstjórin við Sosialin.
Í uppskotinum verður eisini tikin hædd fyri einum hugsandi fólkavøkstri, um ætlaði Sandoyartunnilin gerast veruleiki.

Snotuligur skúli
Gamli bygdarskúlin hevur nú tænt fyri seg í 123 ár. Í løtuni ganga einir 40 næmingar í 1. til 4. flokki í skúlanum.
Her vóru upprunaliga tvær skúlastovur og íbúð til læraran. Síðani eru broytingar framdar, soleiðis at skúlastovurnar eru vorðnar fleiri.
Men hetta er hóast alt ikki nóg mikið til at nøkta dagsins tørv á einum barnaskúla. Tí hevur ein arbeitt við ætlanini um ein nýggjan bygdarskúla.
Hesin nýggi skúlin fer at hava fimm vanligar stovur, umframt einar 8-10 serstovur. Ætlandi fer sjálv byggingin av taka hálvtannað ár.
Skúlin kemur at standa í bønum omanfyri timburhandilin á Sandi. Hann verður í tveimum hæddum og fer at hava lyftu.
Í løtuni ganga næmingarnir í 5. og 6. flokki á Sandi í Meginskúlanum í Sandoy. Men tá nýggi barnaskúlin er liðugur fara hesir næmingarnir aftur heim á Sand at ganga í skúla.
Sum skilst er talan um ein sera snotuligan bygning.