Nýggjur skúli byrjar í Suðuroy næsta summar

Í fyrstu atløgu skal hann halda til í leigaðum hølum

Næsta summar verður ein eftirskúli settur á stovn á Tvøroyri. Tað er endamálið hjá samgonguni og á fíggjarlógini, sum varð løgd fram fríggjadagin, er peningur eisini settur av til endamáli.

 

Í fyrsta umfari skal eftirskúlin halda til í einum leigaðum bygningi á Tvøroyri, men sum frá líður er ætlanin at byggja nýggjan bygning. Í hesum sambandi hevur ætlanin verið at byggja ein nýggjan eftirskúla til 80 næmingar á Drelnesi, beint við Salt. Annars hevur ætlanin upprunaliga verið at byggja eftirskúla í Hvalba, men tann ætlanin varð slept og mælt varð til at leggja hann upp at Salt á Tvøroyri ístaðin.

 

Ætlanin er at seta eina millión av á fíggjarlógini til endamálið næsta ár, tvær milliónir í 2020, fýra milliónir í 2021, sjey milliónir í 2022 og aftur tvær milliónir í 2023. Sostatt skulu 16 milliónir setast av til endamálið hesi næstu fimm árini. Í ætlanini fyri eftirskúlan á Drelnesi er ætlanin, at kommmunurnar skulu rinda helvtina av byggikostnaðinum og ein part av næmingagjaldinum.

 

Á fíggjarlógini fyri næsta ár, er játtan sett av til eftirskúla á Tvøroyri, sum byrjar í tí smáa í august 2019. Men greitt er, at tað verður eisini neyðugt við aðrari fígging, tí eftir lógini rindar landskassin 70 prosent av lønum, og øðrum rakstrarútreiðslum, til ein eftirskúla. Samstundis letur landskassin í mesta lagi 50 prosent í stuðuli til at byggja, ella keypa hús til eftirskúlar, umframt 50 prosent í stuðuli til innbúgv og undirvísingaramboð. Hina helvtina rinda kommunurnar.