Tað hevur annars leingi ligið í kortunum, at kommunan fór at umvæla og útbyggja Argja Skúla, tí at hann er ov lítil og trongur. Men við tí vøkstri í fólkatalinum, sum er væntandi á Argjum næstu árini, fer tann loysnin neyvan at loysa trupulleikan, og harafturat verður hon ógvuliga kostnaðarmikil.
Nógv betur loysn
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað hevur leingi verið arbeitt við ætlanini um at útbyggja Argja Skúla, men hetta hevði kostað einar 60 milliónir krónur, og framvegis hevði skúlin verið gamal og trongur.
Skúlin á Argjum liggur eisini serstakliga trongt fyri, og har eru nógvir trupulleikar við ferðsluni. Nú er ætlanin ístaðin at byggja ein nýggjan og nýmótans tvísporaðan skúla
beint oman fyri Hebron og Dagstovnin á Argjum. Hetta er ein nógv betur loysn upp á allar mátar, sigur Heðin Mortensen.
Enn er ikki nøkur kostnaðarmeting gjørd fyri nýggja skúlan, men borgarstjórin sigur seg vænta, at hann kemur at kosta eitt stað millum 80 og 100 milliónir krónur.
Hann verður neyvan nógv dýrari enn ætlaða útbyggingin av Argja Skúla, og royndirnar úr Kollafirði hava jú lært okkum, hvørjir trupulleikar kunnu stinga seg upp, tá ið valt verður at útbyggja ein skúla, sigur Heðin Mortensen.
Í sambandi við nýggja ringvegin, ið verður gjørdur út á Argir, kemur nýggi skúlin at liggja serstakliga væl fyri, tí ringvegurin kemur at ganga beint undir skúlanum.
Gamli skúlin mentanarmiðdepil
Heðin Mortensen sigur, at av tí at nýggi skúlin verður tvísporaður, fer tann gamli bert at hava eitt spor. Eisini verður fimleikahøll bygd í nýggja skúlanum, og tað fer at lætta um trýstið á fimleikahøllina í Argja Skúla. Á henda hátt fer gamli skúlin ikki at verða eins nógv bundin av ymsum tiltøkum og útleigan, sum hann hevur verið, og hetta ætlar býráðið at gera sær dælt av.
Vit ætla, at tann gamli skúlin á Argjum skal gerast eitt slag av einum mentanarmiðdepli fyri Argja bygd, greiðir Heðin Mortensen frá.
Enn er ikki greitt, nær tað fer at bera til at fara undir at byggja nýggja skúlan, og tí er ilt at siga, nær nýggi skúln verður liðugur.










