Henry fer at virka sum sjómanstrúboðari frá 1. januar til 31. mai 2007. Torleif kemur aftur sum sjómanstrúboðari eftir summarfrítíðina. Henry hevur verið sjómaður allan sín manndóm, og hevur havt sína dagligu gongd í maskinrúminum.
Inntil nú hevur Regin Høgnesen, trúboðari í Leirvík, tikið nakrar av uppgávunum hjá sjómanstrúboðaranum á seg. Hann hevur millum annað borið jólapakkarnar, sum sjómanskvinnuringarnir gera til sjómenninar, út til skipini.
Kelda: www.mission.fo









