Nýggjur sjókaðal fyri 600 mill

Føroya Telé og íslendska telefyritøkan Landssími Íslands hava í nøkur ár havt í umbúnað at leggja ein nýggjan samskiftiskaðal á havbotnin millum Ísland, Føroyar og Skotland. Hann er mettur til at kosta upp ímóti 600 mill. kr. Nú verður samráðst við hetlendingar og oljufeløg um at gera eina felags verkætlan. Góðu útlitini fyri oljuvinnu á Atlantsmótinum seta eisini størri krøv til samskifti

 


Samskifti



Tá Jeff Goddard frá Shetland Islands Council vitjaði í Føroyum í herfyri vóru ørindi hansara eisini at umrøða telesamskiftið millum Føroyar og Skotland Hetlendingar arbeiða við eini verkætlan at leggja ein ljósleiðarakaðal millum Hetland, Orknoyggjar og Skotland.


-Vit hava í nøkur ár havt samband við Landsimi Íslands og Føroya Tele, og eru tí vitandi um, at bæði íslendska telefelagið og Føroya Telé eru í ferð við eina líknandi ætlan at leggja ein fiburoptiskan kaðal millum Ísland, Føroyar og Bretland. Vit hyggja tí eftir, um tað ber til at skipa so fyri, at hesar báðar verkætlaninar kunnu gagna hvørjari aðrari. Vit hava umrøtt møguleikan fyri heldur at hava eitt felags projekt enn tvey ymisk sigur Jeff Goddard, sum í sínum dagliga arbeiði umsitur pengarnar í fleiri av teimum stóru íløgugrunnunum í Hetlandi.


Jeff Goddard sigur, at tað frá politiskari síðu í Hetlandi er púra greitt, at tað er alneyðugt fyri hetlendska samfelagið er at fáa til vega ein munagóðan samskiftismøguleika úr Hetlandi til meginlandið. Tí hava politisku myndugleikarnir gjørt av at nýta nakrar av oljuinntøkunum til at tryggja, at hetlendingar ikki verða eftirbátar í fjarðskiftishøpi.


Kannað havbotnin

Føroya Telé og íslendska telefyritøkan Landssími Íslands hava í nøkur ár havt í umbúnað at leggja ein nýggjan samskiftiskaðal á havbotnin millum Ísland, Føroyar og Skotland. Hann er mettur til at kosta upp ímóti 600 mill. kr. Kanningarnar eru longu farnar í gongd og seinasta summar kannaði eitt serútgjørt skip, Commandor Jack, havbotnin millum Føroyar og Ísland. Eisini partar av leiðini suðureftir vórðu kannaðir í fjør heyst. Hesar seinnu kanningarnar vóru framdar av oljufelagnum BP sum í ein ávísan mun eisini luttekur í ætlanini. Kanningarnar suðureftir halda áfram í vár.


Føroyar og Ísland hava tað í felag at høvðussamskiftið við umheimin gongur um Cantat-kaðalin. Bæði londini hava fylgisveinasamskifti at taka til, um okkurt er áfatt við Cantat kaðalinum, men fylgisveinaorkan er og verður ein avmarkað og sera dýr loysn, sum ikki í framtíðini kann nøkta tann alsamt vaksandi tørvin á samskiftisorku. Ásannandi at samfeløgini bæði koma at liggja lamin uttan eitt nøktandi fjarðskiftissamband við umheimin hava feløgini bæði tikið stig til at kanna møguleikan fyri at leggja ein nýggjan kaðal til Evropu.


Ætlanin hevur nøkur ár á baki, og var tað undir fyrireikingunum til kanningarnar, at samband kom í lag við hetlendsku myndugleikarnar, sum longu tá høvdu tikið avgerð um, at eisini Hetland skuldi hava ljósleiðarasamband við umheimin fyri ikki at verða eftirbátar.


Tað er stóri eftirspurningurin á samskifti millum lond, sum er høvuðsorsøkin til at farið er undir at kanna umrøddu verkætlan. Verandi Cantat-kaðal, sum í løtuni er álitið, hevur víst seg at verða ov svikaligur, og orkan hjá Cantat verður sum frálíður ov lítil. Henda óhapp má dúvast uppá fylgisveinasamskifti, og tað er alt ov dýrt í longdini umframt, at tað nøktar ikki vaksandi eftirspurningin. Krøvini til bæði telefon- og internettænastu koma at vaksa nógv í framtíðini, og haraftrat kemur, at ein komandi oljuvinna á Atlantsmótinum fer eisini at seta sín krøv til samskiftið.


Oljuvinnan setir krøv

Føroysk-íslendski kaðalin skal eftir ætlanini liggja tætt við verandi oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion og hetta hevur fingið eitt nú oljufelagið BP at vísa honum áhuga. Hugsandi er at oljufeløgini í framtíðini fara at kunna gera ein størri part av arbeiðinum á oljufeltinum úr landi. Og tað fer at seta størri krøv til orkuna á eitt nú samskifti.


Einaferð í framtíðini kann hugsast, at allur útbúnaðurin í sambandi við oljuframleiðslu fer at liggja á sjálvum havbotninum. Hugsandi er tí eisini, at alt fer at verða fjarstýrt úr landi, og tað setir heilt nýggj krøv til samskiftisorkuna.


Spurningurin er tí, um oljufeløgini vilja vera við í verkætlanini at leggja eina nýggjan samskiftiskaðal á havbotnin. At binda oljupallarnar og útbúnaðin á havbotninum uppí ein slíkan millumlandakaðal økir nógv um kostnaðin sigur Hjallgrím Hentze, deildarstjóri á Føroya Tele. BP er við í fyrstu kanningarfasuni, har teir luttaka við at gera partar av kanningini millum Føroyar og Hetland.


Hann sigur, at teir og íslendingar hava nú í eina tíð arbeitt við eini ætlan at leggja ein nýggjan kaðal úr Íslandi um Føroyar og til Europa. Har er stytsta leiðin um Ongland. Og her er tað so, at ætlanin at gera líknandi kaðal millum bretsku oyggjarnar og Skotland kemur inn í myndina.


Spurningurin er so nú, hvussu eitt samarbeiði við eitt nú hetlendingar, skotar og oljufeløg kann skrúvast saman: um hvussu man kann fáa nakað burtur úr saman og harvið kanska sleppa bíligari við at fara til Hetlands við kaðalinum heldur enn at fara beinleiðis til Skotlands.


Hjallgrim Hentze sigur, at tað í framtíðini er av stórum týdningi at hava tvey kaðalsambond. Fylgisveinaorkan er eisini ov lítil og kostnaðarmikil. Sum er hevur Føroya Tele havt trupulleikar við orkuni á eykasambandinum um fylgisvein, og krøvini til tað verða størri og størri, tí serliga internetorkan veksur so skjótt.


-Kunnu vit spara nakað við at brúka hetlendingar og kunnu teir tjena nakað við at brúka okkum, so vil eitt samstarv við hetlendingar verða ein skilagóð leið heldur Hjallgrim Hentze, sum eisini vísir á, at møguleikin fyri at leggja báðar ætlaninar saman til eina hevur verið havdur á lofti.


Uttan mun til hvussu annars verður farið fram, er gjørt av at Føroya Tele og LandSimi ikki verða teir einastu, sum koma at luttaka í verkætlanini. Hartil er verkætlanin alt ov kostnaðarmikil. Eisini kappingarneytarnir hjá fyritøkunum báðum í Íslandi og Føroyum fara at verða bodnar við. Harumframt verða bankar og aðrir áhugaðir eisini bodnir uppí hesa verkætlanina, soleiðis at tað ber til at fíggja hana. Enn eru vit so bara í kanningarfasuni. Kanningin av havbotninum millum Ísland og Føroyar er longu gjørd, og leiðin suðureftir verður gjørd nú í ár.