SIC, sum kemur út við nýggjari fløgu í næstum, hevur lagt eitt av nýggju løgunum á myspace-síðu teirra. Lagið ber heitið Killing Birth og er tað ein forsmakkur upp á tað, fólk kunnu vænta sær at hoyra av fløguni, ið rópast Fighters They Bleed.
SIC hevur fyri kortum verið í studio í Danmark og spælt inn, og eru tað tveir danir, ið hava framleitt og miksað fløguna, Jacob Hansen og Tue Madsen eita teir. Henda fløgan kemur á marknaðin 21. august, tá SIC eisini hevur útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.
SIC hevur tvær fløgur á baki. Tann fyrsta, Pandemonium, kom út fyri trimum árum síðani, meðan tann næsta, Si Vis Pacem ? Para Bellum, ein fløga við live-upptøkum frá eini konsert á The Rock í Keypmannahavn, kom út fyrr í ár.
Um tríggjar vikur er fæst triðja fløgan til keyps, men inn til ta tíð kunnu fjeppararnir njóta lagið Killing Birth á myspace.com/sic.