Klaksvíkar kommuna fekk í gjár handað tilboðini til komandi umbygging av Skúlanum við Ósanna. Eftir ætlan skal skúlin dagførast og tvífaldast í stødd komandi tvey árini Arbeiðstakarar lótu í gjár Klaksvíkar Kommunu tilboð síni uppá nútímansgerð av Skúlanum við Ósánna.
Eftir ætlan skal skúlin útbyggjast komandi tvey árini til tvífalda vídd. Umframt útbyggingina fevna ætlanirnar um umfatandi umvælingar og dagføringar av verandi bygningum frá ávikavist 1972 og 1979.
Arbeiðið er ein liður í at dagføra og nútímansgera skúlabygningarnar í býnum og útvega nóg mikið av plássi til at nøkta vaksandi tørvin fyri skúlaplássum í Klaksvíkar Kommunu.
Ein projekteringsbólkur, við Fuglø Arkitektum sum høvuðsráðgeva, hevur ráðgivið Kommununi um, hvussu byggjast skal í samsvari við ynskjum kommununnar. Afturat sær hava Fuglø Arkitektar havt verkfrøðingar til teknisku fakgreinarnar - RGS og LBF viðv. konstruktiónum, Martin E. Leo viðv. HVS og KJ Elráð viðv. el-tekniskum innleggingum.
Í gjár vórðu so innkomnu boðini latin upp í býráðssalinum hjá Klaksvíkar Kommunu. Og í komandi tíð verða innkomnu boðini tikin upp til viðgerðar í umsitingini og býráðsnevndum.Næsta stigið er, at teir arbeiðstakarar, ið kommunan velur at gera sáttmála við, umseta flotta hugskotið til veruleika fyri børn og lærara í Klaksvík.