Nýggjur samskipari í Vinnuhúsinum

1 september 2005 byrjar Esther Dahl í starvi í Vinnuhúsinum sum samskipari fyri arbeiðsmarknaðin.

Esther er 34 ára gomul og ættað av Oyri. Hon er útbúgvin Cand.negot. Esher hevur royndir, sum sendimaður í Brússel frá 1998-2000 og hevur síðani starvast á Løgmansskrivstovuni, har hon m.a. hevur havt ábyrgdina av handilspolitiska økinum.

Kelda: www.industry.fo